Tíðindi‎ > ‎

Útøka til Landslið hjá monnum

indsendt 21. feb. 2011 12.32 af Ukendt bruger   [ opdateret 21. feb. 2011 12.39 ]
 
Sunnudagin tann 27. feb. 2011 kl. 13, verður úttøkan til landslið hjá monnum.
Ætlanin er at taka út til til 2 lið.
Tað eina liðið skal til oyggjaleikir og fyri at koma á hetta lið skal man vera 14 ár og eldri.
Ætlanin er so eisini at úttaka nakrar yngri dreingir - har aldursmarkið verður sett til 11 ár og eldri.


Teir, sum koma til úttøkuna skulu:
Aldur: 11 ár og eldri. Fyri at koma á liðið til oyggjaleikir, skal man vera 14 ár og eldri
Gera øll 6 amboðini
Gera seriur til amboðini eftir FIG reglunum (hetta er ikki galdandi fyri teir yngru)
Hava eitt mál um eitt element, sum tey ætla sær at náa til oyggjaleikirnar

Bruttoliðið kemur at venja 3-4 ferðir um mánaðin (helst sunnudag). Fimleikararnir fáa boð frá venjarunum, hvat tey skulu arbeiða við úti í feløgunum millum felagsvenjingarnar.


--

Vinarliga
Malan Mikkelsen, vegna FFS

Comments