Tíðindi‎ > ‎

Vinnarin av fimleikafagnaðinum 2017 gjørdist Fimleikafelagið Ljósið

indsendt 5. nov. 2017 13.50 af Gunn R. Joensen
Feløgini sum luttóku vóru Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið, Fimleikafelagið Flog og Havnar Fimleikafelag.

Støðið í ár var sera høgt, tað vóru fýra ymiskar framførslir, sum lýstu evnið “ætt”. Tað var hugaligt at síggja, hvussu stóra og flotta framførslu feløgini hava megnað at samansett við rørslum, hugflogi, ljósi, búnum og tónleiki. Eitt ótrúligt arbeiði sum fyriskiparar, venjarar, íðkarar og hjálparfólk hava gjørt síðstu vikurnar.

Um vinnandi felag var sagt millum annað sagt, at framførslan vísti dirvi, eina greiða søgugongd og breiddina í felagnum.

Frásøgufólk: Svanna Hentze í Gong

Tónleikaframførsla: Signhild Djurhuus og Filip Zachariassen

Føroya Fimleikasamband ynskir Fimleikafelaginum Ljósið hjartaliga tillukku og takkar øllum luttakarum, hjálparfólkum og Norðurlandahúsinum fyri ein væleydnaðan Fimleikafagna.

Føroya Fimleikasamband




Comments