Tíðindi‎ > ‎

Vit VUNNU 8 heiðursmerkir í Ìslandi

indsendt 26. jan. 2015 16.37 af Harald Joensen   [ opdateret 26. jan. 2015 16.38 ]

Fríggjamorgunin fóru 6 av okkara bestu fimleikarum til Ìsland at kappast til Reykjavík International Games í amboðsfimleiki.

Tey í fóru við eru:

Anita S. Davidsen, Annika B. Hansen, Lív B. Àrting, Vár B. Àrting, Rani A. Dalsgarð og Aron Jacobsen.
Venjari hjá gentinum er Alida Savina og hjá dreinginum Valery Savins.

Hetta er fyrsta árið, at amboðsfimleikur er á Reykjavíka International Games, so tí var tað spennandi at vita hvussu tað fór at ganga hjá íðkarinum.

Aron bleiv nr.3 í all around, nr.1 í p.barr, nr.1 í ringum, nr.1 í beinsveiggj og nr.3 í gólv.
Rani bleiv nr.3 í lop, nr.3 í ringum og nr.2 í gólv.

Genturnar fingu ongin heiðursmerkir á hesum sinni, men tær vóru ofta nr.4 ikki so langt aftanfyri nr.3. 

Vit í FFS eru sera nøgd við úrslitinum hjá íðkarinum til kappingina og ynskja teimun hjartaliga til lukku :)

Ùrslitini frá kappingini kunnu síggjast her:


   

   



Comments