Amboðsfimleikur‎ > ‎

Amboðskappingar 2017/2018

Kappingarnar í 2017/2018

Kapping:

Dato:

Stað:

Ábyrdari:

NEC  kappingar              

21-22 okt.     2017

FIMI


  Liðkapping &

Góðkenningardagur

18.nov 2017

 Bylgjan  


1.Steypakapping & 

Góðkenningardagur

03.feb 2018

FIMI   


2.Steypakapping &

Góðkenningardagur

  17.feb 2018

Bylgjan


FM-yngri og FM-eldri &

Góðkenningardagur

12-13 mai 2018

FIMI



 


 



             


 



Ábyrgdari fyri amboð og kappingum er Ari Sakariasson ari@fimleikur.fo

Innan amboðs fimleik eru árliga hesar kappingar. Allar kappingarnar eru fyri hesar bólkar, smágentur, gentur, kvinnuunglingar, kvinnur, smádreingir, dreingir, mansunglingar og menn.



  • Tvær steypakappingar, ið vanliga eru tíðliga uppá árið, januar-februar. Kappast verður í 1-3 amboðum hvørja ferð. Um nýggj amboð skulu takast í brúk verur ofta kappast í teimum fyri fyrstu ferð til eina steypakapping. Ongin avmarking er á hvussu nógv kunnu melda til. Kappingarnar eru einstaklinga kappingar.  

  • Føroya Meistaraskap fyri lið (FM). Bert eitt lið frá hvørjum felagi kann melda til í yngru bólkunum, smágentur og smádreingir. Tó er tað so, at um bert eitt lið meldar til í einum bólki, so kann felagið melda 2 lið til. Fleiri lið kunnu melda til í eldru bólkunum. Tað kunnu max. vera 5 íðkarar á hvørjum liðið, 4 íðkarar í hvørjum amboði og telja 3 tey bestu við í úrslitinum. Kappingin er vanliga um heystið. 

  • Gódkenningardagar eru komnir í stadin fyri B-kappingarnar. Meir kunning um gódkenningardagarnir kemur seinni. 

  • Føroya Meistaraskap fyri einstaklingar (FM). Max. 6 íðkarar pr. felag pr. aldursbólk kunnu melda til, galdandi fyri yngri bólkarnar, smágentur og smádreingir. Ongin avmarking er á hvussu nógv kunnu melda til í eldru aldursbólkunum. 

  • Seks teir bestu íðkararnir í hvøjum amboði luttaka eftir FM fyri einstaklingar í FM amboðsfinalum, fyri hvørjum amboði sær. Amboðsfinalurnar eru vanliga dagin eftir FM fyri einstaklingar.