Reglugerð fyri Fimleikafagnaðin
Hvørt felag fær í mesta lagi 15 min til framførsluna.
Uppgávan er at vísa breiddina í felagnum gjøgnum ársins evni.
Dentur skal fyrst og fremt verða lagdur á fimleikaliga/rørslu partin. Í øðrum lagi ljóðið og ljósið.
Amboð og aðrir lutir kunnu nýtast, tó við máta. Eru amboðini ov frammaliga í framførsluni, skal hetta takast við í meting dómaranna.
Dómarametingin skal fevna um hesi øki:
- Lýsing av evninum við fimleiki.
Her verður hugsað um, at tað fyrst og fremst eru fimleikarar og rørslur, ið mynda framsýningina.
- Fimleikur/framførsla
Hvussu framføra íðkararnir rørslurnar, og hvussu samsvarar tað við tónleik og íðkarar.
- Ljós/ljóð
Hugt verður at tí hugflogi, sum nýtt er í hesum samanhangi, og um tað hóskar saman við rørslum og gongdini í framførsluni.
- Samanspæl/heildarmynd
Alt í alt, hvussu hongur framførslan saman. Rørslur, hugflog, tónleikur, ljós og ljóð og so evni/gongdin í framførsluni.
Dómararnir skulu verða
- Eitt umboð frá hvørjum luttakandi felag, ið skal leggja størsta dentin á at síggja um evnið verður lýst við fimleiki/rørslum
- 4-6 aðrir dómarar, ið skulu finnast úti í samfelagnum.
Dentur skal leggjast á, at teir 4-6 dómararnir skulu vera óheftir av nøkrum felag.
Umboðini frá luttakandi feløgum, skulu ikki taka lut í arbeiðinum við fagnaðinum í feløgunum.
Punkt 1, 2 og 4 fær stig frá 1-10 og punkt 3 fær stig frá 1-5.
Hægsti og lægsti karakterurin skulu takast burtur, og tað felag, sum hevur hægsta miðaltalið samanroknað frá restini av dómarunum, hevur vunnið.
Meðaltalið skal ikki nevnast. Raðfylgjan hjá hinum feløgunum verður ikki nevnd.
Millum 1. og 2. framførsluna samlast dómararnir í einrúmi í 2 tímar.
Eftir 2. framførsluna fara domararnir aftur í einrúm í eitt korter at finna vinnaran. Til vinnarin er kosin, skulu dómararnir vera einsamallir.
Dómararnir velja talsmann, sum við vælvaldum orðum skal greiða áskoðarunum frá, hví teir júst valdu hendan vinnaran.
Allir luttakararnir hjá vinnandi felagnum koma á pallin, meðan vinnaratónleikur verður spældur. Liðið endurtekur ikkiframførsluna.
Feløgini skulu ikki handa blómir á pallinum og helst ikki í Norðurlandahúsinum.
Nakað aftan á fagnaðin sendir FFS feløgunum ein stuttan samandrátt frá dómarunum. Somuleiðis fáa feløgini skreytblað, at lata luttakarunum.
Tórshavn 2008
Føroya Fimleikasamband