Breiddarfimleikur

Breiddarfimleikur

Hvat er breiddarfimleikur?
Breiddarfimleikur gevur dygdir sum: styrki, javnvág, smidleika, treysti, skjótleika, minni,
hugsavnan og úthaldni.

Hvønn er breiddarfimleikur fyri?
Breiddarfimleikur er fyri øll í øllum aldri og kropsligum førleikum, roynd og óroynd, vand og
óvand. 1-100 ár.

Hvat kann eg venja?
Breiddarfimleikur kann býtast sundur í tveir høvuðsbólkar.

Rytmiskur fimleikur

Rytmiskur fimleikur er ein samanseting av ymiskum kropsrørslum og tónleiki. Rytmiskur
fimleikur er fyri øll, vand sum óvand og ung sum gomul. Í rytmiskum fimleiki verður ein
seria gjørd, sum er eftir støðinum hjá teimum, sum eru á liðinum.

Amboðsfimleikur

Amboðsfimleikur (ella lop) verður gjørt á luft/fjarða-gólvi, um hest, á trampolin o. a.
Í amboðsfimleiki er serligur dentur lagdur á at gera ymisk lop og at styrkja kroppin. Lop
eru m.a. salto, rullur, myllur, flik-flak, kraft-lop, standa á hondunum o. a.