Estetiskur fimleikur
ESTETISKUR FIMLEIKUR (AGG – Aesthetic Group Gymnastisc) er eitt slag av fimleiki, har grundarlagið er stílreinar kropsrørslur. Dentur verður lagdur á, at fimleikarin flótandi flytur seg frá eini rørslu í eina aðra, sum um hvør nýggj rørsla er sprotin úr tí undanfarnu. Talan er um rútmiskar og harmoniskar rørslur, ið krevja nógva styrki og smidleika av fimleikarunum. Samstundis er týdningarmikið, at rørslurnar eru ymiskar, men kortini falla lætt í hvørja aðra.
Til eina seriu er reglugerð at halda seg til. Serian skal innihalda ymisk krøv so sum skiftandi og ymiskar kropsrørslur, javnvágir, piruettir, hopp og lop. Fysiskir eginleikar sum smidni, skjótleiki, styrki, koordinatión og evni at flyta seg leikandi lætt, er eitt krav. Harumframt skal serian listarliga lýsa eina kenslu, søgu ella evni, ið verður sýnt við tónleiki, rørslum og fimleikadraktum.
Aldursbólkarnir eru sambært reglugerðini býttir í yngri og eldri lið. Yngru liðini fevna um pinkur, smágentur og gentur, har 6-14 fimleikarar kunnu vera á hvørjum liði, meðan 6-12 fimleikarar kunnu vera á eldru liðunum, sum eru ávikavist kvinnuunglingar og kvinnur.
IFAGG, sum er altjóða fimleikasambandið fyri estetiska fimleikin, varð stovnað í oktober 2003. Føroya Fimleikasamband fekk limaskap í IFAGG í 2005, og hava føroysk lið luttikið í nógvum ymiskum altjóða kappingum øll árini.
Fyri áleið fimm árum síðani fór IFAGG undir at skipa kappingar í greinini “Short Program”. Krøvini til seriurnar í hesi grein eru ikki eins nógv og krevjandi í mun til ta reglugerðina, sum føroysku liðini kenna, m.a. tí seriurnar skulu vera væl styttri.
Endamálið við hesi grein er, at tað skal vera lættari hjá venjarum og fimleikarum at koma í gongd við estetiska fimleikin, umframt at til ber varðveita íðkarar, tá ikki ber til at fullmanna lið, tí 4-15 fimleikarar kunnu vera á hvørjum liði.