Um Føroya Fimleikasamband

Føroya Fimleikasamband varð stovnað í 1980 av fimleikafeløgum runt landið. 

Fimleikasambandið verður mannað av fimm nevndarlimum, harav einum formanni/kvinnu, sum verður beinleiðis valdur/vald á aðalfundinum, einum næstformanni/kvinnu og trimum nevndarlimum. Hesi verða vald av aðalfundinum, ið er hægsti mynduleiki.

Fimleikasambandið hevur ábyrgdina av landsliðunum í amboðsfimleiki, skipar fyri kappingum innan amboðsfimleik og estetiskan fimleik og hevur tiltøk, ið eru ætlað til breiddina, herundir Fimleikafagnaðin. Harafturat skipar Fimleikasambandið fyri ymiskum skeiðum.