Amboðsfimleikur

Amboðsfimleikur

Amboðsfimleikur, ella Artistic Gymnastic AG, sum er altjóða navnið, er ein gomul ítróttargrein uttanlands og í Føroyum. Í Føroyum hava vit kappast í hesi ítróttagreinini síðan 1966, tá tað vórðu tvey feløg í Føroyum. Innanhýsis kappingar vóru áðrenn hetta, tá tað bert var eitt felag.  

Ítróttagreinin var við í fyrstu Olympisku leikunum í Athen í Grikkalandi í 1896. Ítróttagreinin hevur sín uppruna úr Týsklandi, men hevur verið til sum kropslig venjing í minst 2.000 ár.

Ítróttargreinin hevur fleiri kappingar í øllum aldursbólkum, bæði fyri lið og einstaklingar, og fyri einkult amboð og all-round. Kvinnur og mannfólk kappast á ymiskum amboðum.

Við bæði árræði og yndi avrika kvinnurnar á teimum fýra amboðunum:

Skjótleiki og styrki við stíli eyðkennir tey seks amboðini menninir kappast í:  

Amboðsfimleikur er fyri tey, sum seta stór mál og vilja arbeiða fyri at náa hesum.