Fimleikagalla

Føroya Fimleikasamband stendur fyri eini gallaveitslu fyri venjarum og íðkarum í amboðs- og estetiskum fimleiki eina ferð um árið. Hetta er vanliga um miðjan juni. Feløgini standa fyri tiltakinum upp á skift saman við sambandinum. Eisini eru dómarar, samskiparar, nevndir og onnur, sum eru um fimleikin, boðin við.

Sum altíð eru nógvar spennandi handanir, livandi tónleikur, góður matur og dansur. Eitt kvøld har fimleikur og tit, sum eru um fimleikin, eru í hásæti.

Fimleikagalla var á fyrsta sinnið 2014 og hevur tvey tey seinastu árini verið avlýst vegna korona. Vónandi verður komandi Fimleikagalla hildi í juni 2022, hvar tað kemur at vera Støkk sum samskipar saman við Føroya Fimleikasambandi.