Viðtøkur hjá FFS

  1. Navn
    Navn sambandsins er Føroya Fimleikasamband, stuttstavað FFS.

  2. Endamál
    Føroya Fimleikasamband hevur til endamál, at menna og skapa áhuga fyri fimleiki og at vera stuðul hjá feløgum í samarbeiðinum sínámillum umframt at umboða fimleikin á alheims stigi og í alheims millumlanda samgongum.

  3. Limir
    FFS er limur í ÍSF. Ítróttarfelag, har limir íðka fimleik, skal gerast limur í FFS. Umsókn um limaskap verður at senda FFS, ið avgerð, um felagið kann gerast limur.

    Limagjaldið verður
    2000 Kr. fyri limir upp til 499
    3000 kr. fyri limir frá 500 til 999
    4000 kr. fyri limir frá 1000 og fleiri

    Limagjaldið fellur til gjaldingar 1. okt. á hvørjum árið og skal verða goldið innan 1. nov. Um felagið ikki hevur goldið limagjald, kann felagið ikki luttaka í kappingum, sum FFS skipar fyri.

    Um eitt felag ikki er virkið, er møguleiki at verða hvílandi limur, uttan at gjalda limagjald.

    Tekur felag seg burturúr, verður fráboðanin send FFS.

  4. Limaskyldur
    Feløgini hava skyldu:
    1. At halda lógir og reglugerðir fimleikasambandsins
    2. At halda etisku leiðreglarnar hjá ÍSF (heimasíðan www.isf.fo)
    3. So vítt gjørligt at vera FFS til hjálpar, tá ið hetta er neyðugt
    4. At boða FFS skrivliga frá og fáa loyvi at luttaka í fimleikakappingum og venjingarlegum
      uttanlands
    5. At senda FFS úrslit frá uttanlands kappingum í seinasta lagi 14 dagar aftan á
      heimkomuna
    6. At boða FFS frá fimleikavitjanum úr útlondum og fáa loyvi at halda kappingar ímóti
      útlendskum feløgum
    7. At senda FFS góðkendan rokniskap, nevndarupplýsingar og limatal frá aðalfundi á hvørjum ári.

  5. Limaskapur
    FFS er limir í ÍSF, og starvsnevndarformaðurin/kvinnan hevur sæti í stjórn ÍSF. FFS umboðar Føroyar í alheims og millumlandasamgongum. FFS er limur í Nordisk Gymnastik Forbund NGF, NEC North European Championship og International Federation of Aesthetic Group Gymnastics IFAGG, og eigur at syrgja fyri, at lógir og reglugerðir teirra verða fylgdar.

  6. Stjórnin
    Føroya Fimleikasamband verður stjórnað av:
    1. Aðalfundinum
    2. Starvsnevndini
    3. Øðrum nevndum

  7. Aðalfundurin
    Hægsti myndugleiki FFS’s er aðalfundurin, sum verður hildin í mai/juni mánaði. Aðalfundurin skal lýsast alment ein mánað frammanundan.

    Dagsskráin er hendan:
    1. Val av orðstýrara
    2. Starvsnevndarformaðurin/kvinna leggur fram frágreiðingar frá virki sambandsins í farna ári
    3. Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur
    4. Val av nevndum og eykalimum
    5. Val av grannskoðara
    6. Innkomin mál
    7. Ymiskt


Innkomin mál
Uppskot um lógarbroytingar skulu verða starvsnevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin. Innkomin uppskot verða send feløgunum 8 dagar áðrenn aðalfundin. Uppískoyti í lógirnar og lógarbroytingar skulu standa á dagsskránni. Uppskot kunnu leggjast fyri aðalfundin av feløgunum í FFS, starvsnevndini, starvsnevndini ÍSF’s, dómsnevndini og grannskoðaranum. Hesi somu hava talurætt.

Møtirætt
Hvørt felag kann senda upp í 3 umboð til aðalfundin.
Eingin kann á aðalfundinum umboða eitt fimleikafelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað og hava limagjald og onnur limaviðurskifti síni í lagi. Starvsnevndin og aðrar nevndir, starvsnevndin hevur sett, starvsnevnd ÍSF’s, dómsnevndin og grannskoðarin hava møtirætt. Starvsnevndin kann, um hetta verður hildið at verða neyðugt, bjóða uttanfyri standandi at luttaka á aðalfundinum við ella uttan talurætt.

Atkvøðurættur
Atkvøðurætt við einari atkvøðu hava starvsnevndarlimirnir. Hvørt felag hevur eina atkvøðu.

Atkvøðuháttur
Atkvøðan fer fram munnliga ella skrivliga. Um ein ella fleiri av teimum, ið hava atkvøðurætt, ynskja tað, skal atkvøðast skrivliga. Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi, skal meira enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. Stendur á jøvnum er atkvøða starvsnevndarformansins/kvinna avgerðandi.

Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundurin kann verða hildin, um starvsnevndin ella helvtin av feløgunum í FFS ynskja tað. Hesin skal verða lýstur 14 dagar frammanundan.

  1. Starvsnevndin
    Í starvsnevndini, ið kann hava 3 til 5 umboð, sita: formaður/kvinna, nevndarlimur/skrivari og møgulig umboð. Umboðini hava ábyrgd hvør sær av t.d: estetiska fimleikinum, amboðs fimleikinum, breiddar fimleikinum og fimleikafagnaðinum. Um umboðini meta at tørvur er á at seta hjálparfólk til sítt ábyrgdarøki kunnu tey tað, tó skal nevndin góðtaka setanina.

    Tey verða vald einsæris á aðalfundinum fyri eitt tveyára skeið. Valdur verður ein tiltakslimur fyri eitt eittára skeið. Eftir aðalfundin veljur nýggja starvsnevndin sjálv hvør av nevndarlimunum eisini skal vera næstformaður/kvinna. Um tiltakslimur kemur inn í nevndina í árinum, kann nevndin skipa seg av nýggjum, men valið á komandi aðalfundi skal fara fram, sum um umskipanin ikki var farin fram.

    Starvsnevndin hevur øll fíggjar- og fyrisitingarlig viðurskifti um hendi.
    Aðalfundarsamtykt skal fyriliggja við keyp og sølu av fastari ogn.
    Starvsnevndin kann seta kassameistara uttan fyri nevndina.
    Starvsnevndin sendir eina ferð árliga ÍSF frágreiðing um virki FFS’s.
    Starvsnevndin tekur avgerð handan av heiðursmerkjum og virðislønum.

  2. Aðrar nevndir
    Starvsnevndin hevur heimild at seta aðrar nevndir at taka sær av uppgávum í Fimleikasambandinum. Starvsnevndin hevur heimild at finna nýggj fólk í hesar nevndir, tá hetta er neyðugt. Talið av nevndarlimum avgerð starvsnevndin. Allar nevndir virka undir ábyrgd og góðkenning starvsnevndarinnar, eins og starvsnevndin skal góðkenna allar reglurgerðir.

    Stjórnarfundir
    Starvsnevndin tekur stig til at skipa fyri stjórnarfundum við jøvnum millumbilum. Á hesum fundum luttaka allir nevndarlimir í øllum nevndum undir Fimleikasambandinum, tó undantikin dómsnevndin.

    Kærur um úrslit
    Allar kærur skulu beinast til tann ábyrgdara, ið hevur økið um hendi. Tað eru bara feløg, sum kunnu lata kæru inn. Avgerðin hjá ábyrgdarinum kann kærast til starvsnevndina, ið kann taka avgerð í málum, ella beina málið víðari til dómsnevndina, um FFS onga dómsnevnd hevur, verður kæran send víðari til dómsnevndina undir ÍSF. Tekur starvsnevdin avgerð í máli, kann henda avgerð kærast til dómsnevndina.

    Aðrar kærur
    Aðrar kærur skulu beinast til stavsnevndina hjá FFS.

  3. Dómsnevndin
    Í dómsnevndini sita 3 limir, sum arbeiða sambært reglugerð fyri dómsnevndir hjá ÍSF. Um dómsnevndin ikki er sett, verður víst til dómsnevndina hjá ÍSF.

  4. Felags fyri nevndirnar
    Nevndirnar skulu útinna viðtøkur gjørdar á aðalfundinum og syrgja fyri, at lógir og reglugerðir altíð, so vítt gjørligt, eru í samsvar við altjóða reglur.

  5. Kappingarárið /Roknskaparárið
    Kappingarárið hjá FFS er at rokna frá 1. august til 31. juli, og roknskaparárið er frá 1. januar til við 31. desember.

  6. Uttanveltað
    FFS er uttanveltað í politiskum og trúarspurningum.

  7. Fíggjarliga grundarlagið
    Fíggjarliga grundarlagið er inntøkan av luttøkugjøldum, kappingum, partur av landskassastudningi, partur av veddingarpengunum, sponsorinntøkur o.a.

  8. Avtøka
    Uppskot um avtøku av FFS kann bert leggjast fram á aðalfundinum og fyri at vinna sømdir, skal uppskotið viðtakast av ¾ av teimum, sum hava atkvøðurætt. Samstundis skulu í minsta lagi ¾ av feløgunum verða umboðaði. Møguligar ognir skulu verða fimleiki at gagni.



    Góðkendar á aðalfundi hjá Føroya Fimleikasambandi, tann 16. juni 2021