Tað eru ymiskir mátar, sum fimleikafeløgini kunnu útbúgva venjarar.
Mentorvenjarar Fimleikafeløgini kunnu brúka ein vandan venjara at undirvísa yngri venjarum. Hesi kunnu so byrja sum hjálpari ella hjálparvenjari í 1-2 ár, meðan tey taka nøkur skeið. Eftir hetta kunnu tey gerast venjarar.
ÍSF skeið ÍSF skipar við jøvnum millumbili fyri venjaraskeiðum, venjaraskeiði 1 og venjaraskeiði 2. Hesi venjaraskeið eru roknað til allar venjarar og allar ítróttagreinar. Skeiðini innihalda eina góða grundvitan innan ítrótt og venjing. FFS viðmælir, at allir fimleikavenjarar fáa sær venjaraskeið 1 hjá ÍSF. Innihaldið á skeiðinum er bæði teoretiskt og praktiskt, og umfatar evnini:
Ítróttur og venjing
Ítróttarskaðar
Ítróttur og børn
Á venjaraskeiði 2 fær ein hollari vitan, og fevnir tað yvir trý vikuskifti.
Vikuskifti 1
Føðsla
Teknikvenjing
Ítróttasálarfrøði
Vikuskifti 2
Fysisk venjing
Konditiónsvejning
Venjaraleikluturin
Styrkivenjing
Vikuskifti 3
Venjing svarandi til aldur
Ítróttaskaðar
Tilrættisleggjan av venjing
Skeið Føroya Fimleikasamband skipar fyri Fimleikasambandið kann fáa í lag skeið frá DGI og GymDanmark innan ymsar greinar av fimleiki. Fimleikasambandið sendir eisini fólk á skeið hjá FIG, sum eru altjóða skeið innan amboðsfimleik.
Venjaraundirvísing innan breiddina Føroya Fimleikasamband miðjar ímóti at hava minst eitt venjaraskeið um árið innan breiddina. Hetta verður gjørt við tí fyri eyga, at styrkja og menna tann venjarahópin vit hava, og at leggja lag á hjá nýggjum venjarum.
Kunning og tilmelding Skeiðini koma at vera fyrst í hvørjum fimleikaári og vera lýst her á síðuni. Boð vera eisini send til feløgini við teldubrævi.
Tilmelding fer fram umvegis feløgini.
Dómaraundirvísing
Tað er í stóran mun Føroya Fimleikasamband, ið útbúgvir dómarar innan bæði amboðsfimleik og estetiskan fimleik.
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!