Úttøka til landsliðið

Fyri at koma á landsliðið, er neyðugt at luttaka til fimleikakappingar, sum verða samskipaðar av Fimleikasambandinum. Undantikið er, um man er í lestrarørindum uttanlands, men tá verður eggjað til, at luttaka í minst einari kapping í Føroyum, helst FM. Treyt er eisini, at man kappast í landinum, man býr í.

Til kappingar í Føroyum eru landsliðsvenjararnir og hyggja eftir úrslitum og menning á fimleikarum. Tað eru eisini innanhýsis úttøkur og kappingarvenjararnir tosa eisini saman, og vísa á fimleikarar, sum lúka krøvini til landsliðið.

Fyrsta tíðin á landsliðnum er ofta ein royndartíð. Har verður hugt eftir, hvussu fimleikarin mennir seg, og hvussu hann klárar at venja á høgum støði. Eftir royndartíðina blívur hann ein partur av landsliðnum.