Kappingar

Landsliðið í amboðsfimleiki luttekur vanliga í hesum kappingum, um møguleiki er fyri tí. 

  • Oyggjaleikir eru annað hvørt ár (ólíkatal). Fimleikur er ikki ein av føstu ítróttargreinunum á oyggjaleikunum, men tá fimleikur ikki er á skránni, verður skipað fyri serligari kapping í fimleiki millum londini, sum vanliga luttaka. Seinastu árini hava Føroyar luttikið við einum liði av kvinnum og einum av monnum. Føroyar hava fingið nógv flott úrslit í hesum kappingum.

  • NM (Norðurlanda Meistara kapping). Hava seinastu árini luttikið við nøkrum íðkarum. Luttakaratalið er vaksandi. Kappingin er vanliga um várið/summarið annað hvørt ár. Úrslitini gerast betur og betur hvørja ferð vit luttaka, serliga í einkultgreinum sum eitt nú Lop.

  • NEC (Norður Europeisk kapping). Hava seinastu árini luttikið við umleið 1-2 íðkarum hvørja ferð. Kappingin er hvørt ár um heystið. Fimleikasambandið hevur valt ikki at vera við til NEC heystið 2010 orsaka av at ongin landsliðsvenjari er settur.