Amboðsfimleikur
12 Fimleikarar til NM í Olso
5. apr. 2024 | Amboðsfimleikur Hetta vikuskifti verður Norðurlanda Meistaraheiti, NM, í amboðfimleiki í Oslo. Føroya Fimleikasamband hevur sent 12 fimleikarar til hesa kapping.
Á manfólka síðuni eru: – Aron D Jacobsen (Beinsveiggj, Rekk), Hjálmar A Dalsgarð (Gólv, Beinsveiggj, Lop, Barr), Torleivur Christiansen (Gólv, Ringar, Lop, Barr, Rekk), Bjarki Johannessen (AA í Junior), Bjarki í Jákupsstovu (Gólv, Ringar, Lop, Barr, Rekk), Rókur Vetergaard (Beinsveiggj, Lop).
Á kvinnu síðuni eru: Anna Sofia B. Højsted (3-4 amboð), Hanna Bjartalið (Biti og Gólv), Hjørdis Petursdóttir (Biti og Gólv), Marin Danielsen (Øll amboð), Maria Í Stórustovu (Biti og Gólv), Ronja Johannessen (Øll amboð).
Fimleikararnir fara at kappast sum einstaklingar og eisini sum lið. Landsliðsvenjararnir eru Andrias Peter Bøgebo og Lovise B Jensen. Eyvind A Hansen er við sum dómari og Heri S. Lamhauge sum Head of Delegation.
Úrslitini frá kappingini kunnu síggjast her: https://live.sporteventsystems.se/Score/WebScore/2931.
Tað eru nógv nýggj nøvn sum ikki hava verið til hesa kapping áður. So vit eru sera spent, og ynskja øllum góða eydnu.