
Amboðsfimleikur
12 gentur komu upp í stigi
9. feb. 2026 | Amboðsfimleikur Í vikuskiftinum var góðkenning fyri gentum og kappingarfyrireiking fyri dreingjum í Bylgjuni, har 74 íðkarar royndu seg.
57 av íðkarunum royndu, um tær kláraðu at standa stig, og 12 av hesum megnaðu at standa tað, og sleppa sostatt upp í stigi. Tær vóru hesar:
Stig 1
- Osla úr Dalinum frá Støkk við samanlagt 35,200 stigum
- Røskva Sedea Simonsen frá Ljósinum við samanlagt 35,200 stigum
- Eva Sigurðsson frá Støkk við samanlgat 33,800 stigum
- Gunnrið í Kongsbø frá Støkk við samanlagt 33,700 stigum
- Eva Sólheim Niclasen frá Støkk við samanlagt 33,250 stigum
- Rósa Davidsen frá Støkk við samanlagt 32,850 stigum
- Irish Maeve Barcela frá Ljósinum við samanlagt 32,700 stigum
- Julia á Stongum frá Ljósinum við samanlagt 32,550 stigum
- Bjørt Viktoria Dalslíð frá Støkk við samanlagt 32,00 stigum
Stig 3
- Bina Nielsen frá Ljósinum við samanlagt 32,450 stigum
- Elsa Fossdalsá frá Støkk við samanlagt 32,175 stigum
- Jónhild Mohr frá Ljósinum við samanlagt 32,000 stigum
Føroya Fimleikasamband takkar fyri eina góða góðkenning og kappingarfyrireiking, og ynskir teimum 12, ið megnaðu at standa stigið, hjartaliga tillukku.
Næsti góðkenningardagur, har íðkarar kunnu sleppa upp í stigi, verður leygardagin 16. mai 2026.