Fimleikagalla verður 15. juni 2024 í Dansifrøi.
Í ár eru yvir 200 sum luttaka til Fimleikagalla: fimleikarar, venjarar, dómarar, samskiparar, nevndir, heiðurslimir, borgarstjorar og onnur innboðin.
Skráðin er hendan:
Kl. 18.00 dyrnar lata upp
Kl. 18.00-19.00 vælkomst og myndatøka við Erlu Z
Kl. 19.00-23.00 borðhald
Kl. 23.00-24.00 dansur
Eftir kl. 24.00 er dansur fyri eldru gestirnar.
Á skrá eru 9 ársins virðislønir. Tær eru hesar:
- Ársins estetiski venjari/venjaratoymi
- Ársins amboðsvenjari/venjaratoymi x2
- Ársins drakt
- Ársins føroyski koreografur
- Ársins estetiska lið
- Ársins kvinnuligi amboðsíðkari
- Ársins mannligi amboðsíðkari
- Ársins heiður
Elsa Maria M. Olsen leiður borðhaldið við undirspæli frá Pæturi á Borg, og nógvum góðum framførslum.
Borðreitt verður við leskiligum mati, frá Ruben Busk.
Vit gleða okkum at fagna fimleikin saman við tykkum!
Føroya Fimleikasamband
& ársins fyriskipari Havnar Fimleikafelag