Um vikuskifti hevur landsliðsvenjing verið í Bylgjuni í Runavík. 40 fimleikarar vóru við til venjingarnar, har ein av venjingunum fungeraði sum úttøka til oyggjaleikirnar.
Feløgini ið luttóku vóru Havnar Fimleikafelag, Støkk, Flog og Ljósið. Venjarar frá øllum feløgunum vóru við, so til bar at sparra og fáa afturmelding frá landsliðsvenjarunum.