Estetiskur fimleikur

Triðja steypakapping 2025

20. mar. 2025 | Estetiskur fimleikur

Komandi leygardag, 22. februar, verður triðja og seinasta steypakappingin í estetiskum fimleiki í ár. Kappingin verður hildin í Bylgjuni í Runavík og byrjar við inmarsj kl. 12.45. Væntandi endar kappingin umleið kl. 16.

Kappast verður í bólkunum Pinkur, Smágentur, Gentur, Kvinnaunglingar og Kvinnur. Í alt luttaka 22 lið:

Hetta er seinasta av trimum steypakappingum í 2025, har úrslitini frá fyrstu og aðru kappingini verða løgd saman við hesi triðju. Á henda hátt verða steypavinnararnir fyri 2025 funnir leygardagin.

Tey, ið ikki hava møguleika at verða til staðar í Bylgjuni, kunnu fylgja við heimaífrá, tí kappingin verður stroymd beinleiðis á www.kvf.fo.

Øll eru hjartaliga vælkomin at stuðla fimleikinum og uppliva spennandi og flottu estetisku framførslurnar!