
Í gjár, 22. mars, var triðja steypakapping í estetiskum fimleiki 2025 í Bylgjuni í Runavík. Hetta var seinasta steypakappingin av trimum, og steypavinnararnir eru tær, ið hava vunnið flest stig í øllum trimum kappingunum.
Kappingin var býtt upp í seks bólkar: Pinkur, smágentur, gentur, unglingar, kvinnur og kvinnur í Short Program. Úslitini vórðu hesi:

Rósan
| Nr. | Lið | Stig |
|---|---|---|
| 1. | Rósan (Støkk) | 16,55 |
Við hesum gjørdust tær eisini steypavinnarar fyri 2025, við samanlagt 49,15 stigum.



Fípan, Liva og Vióla
| Nr. | Lið | Stig |
|---|---|---|
| 1. | Liva (HF) | 15,18 |
| 2. | Vióla (Støkk) | 14,23 |
| 3. | Fípan (Støkk) | 11,95 |
| 4. | Auriga (Ljósið) | 10,32 |
| 5. | Rora (KF) | 8,58 |
Steypavinnarin fyri 2025 í Pinku bólkinum varð Liva frá HF við samanlagt 44,36 stigum.



Svalan, Lilja og Nova
| Nr. | Lið | Stig |
|---|---|---|
| 1. | Lilja (Støkk) | 17,18 |
| 2. | Nova (HF) | 15,33 |
| 3. | Svalan (Støkk) | 14,17 |
| 4. | Aura (KF) | 13,87 |
| 5. | Vega (Ljósið) | 13,68 |
| 6. | Vera (KF) | 13,33 |
| 7. | Nora (HF) | 12,08 |

Lilja
Steypavinnarin fyri 2025 í Smágentu bólkinum gjørdist Lilja frá Støkk við samanlagt 50,27 stigum.

Urða, Enya og Norma
| Nr. | Lið | Stig |
|---|---|---|
| 1. | Enya (HF) | 16,73 |
| 2. | Norma (Ljósið) | 16,47 |
| 3. | Urða (Støkk) | 15,93 |
| 4. | Eira (HF) | 15,88 |
| 5. | Vita (KF) | 13,95 |

Norma
Sera tætt var millum liðini Enya og Norma, og hóast Enya vann triðju steypakapping, hevði Norma samanlagt flest stig, og gjørdust seypavinnari í Gentu bólkinum fyri 2025 við 50,65 stigum.

Ara
| Nr. | Lið | Stig |
|---|---|---|
| 1. | Ara (Ljósið) | 18,15 |
Steypvaninnarin í Unglinga bólkinum varð Ara frá Ljósinum við samanlagt 57,90 stigum.

Lyra og Mira
| Nr. | Lið | Stig |
|---|---|---|
| 1. | Lyra (Ljósið) | 23,50 |
| 2. | Mira (HF) | 23,30 |

Lyra
Steypavinnari í Kvinnu bólkinum gjørdist Lyra frá Ljósinum við samanlagt 70,97 stigum.
Føroya Fimleikasamband vil ynskja steypavinnarunum hjartaliga tillukku við sigrinum. Og vit gleða okkum til FM kappingina, sum verður í Stórhøllini við Tjarnir tann 17. og 18. mai 2025.