
Leygardagin 24. mai verður FM í amboð í Fimi í Havn.
Dagurin verður deildur upp í tvey, fyrra kapping er fyrrapart kl 10.00-13.00 og seinna kapping er kl 14.00-17.00.
Fyrripartur
Stig 5, stig 6, stig 7 og FIG


FIG: dreingir, mansunglingar og menn


Seinnipartur
Stig 4


Piltar og smádreingir


Vit gleða okkum at bjóða fimleikarum, foreldrum og fimleiksáhugaðum vælkomin til eina góða og spennandi kapping.
Havnar Fimleikafelag samskipar kappingina, og smásøla verður undir kappingini til gagns fyri felagnum.