Tíðindi

Ársins 2025

15. jun. 2025 | Tíðindi

Leygardagin 14. juni var ársins fimleikagalla hildið í Varpinum í Klaksvík.

Tað var ein framúr góð veitsla, ið Klaksvíkar Fimleikafelag og Fimleikafelagið Flog skipau fyri.

Á hvørjum ári, tá fimleikagalla er, verða ársins heiðrað. Feløgini nominera persónar til ársins, og síðani stemma feløgini um hvør av teimum nomineraðu skulu vinna. Í ár vórðu úrslitini hesi:

Ársins dragt

Vinnari av ársins drakt er Kvinnur Mira, úr Havnar Fimleikafelag.

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu handaði steypið, latið av Klaksvíkar kommunu.

Um draktina verður sagt, at hon sameinar list og fimleik á ein fangandi hátt. Draktin er litføgur við gløðandi litum, vísur dirvi og hevur stóran karakter. Hon vísur eina sjónliga søgu, og hevur detaljir, sum ger at draktin festir seg í huganum.

Hjartaliga tillukku kvinnur Mira, Havnar Fimleikafelag!

Ársins amboðvenjari hjá monnum

Ársins amboðsvenjari hjá monnum 2025 er: Rúni Lamhauge, úr Fimleikafelaginum Støkk

Steypið er handað av Súna í Hjøllum borgarstjóri í Nes kommun. Steypið er latið av Nes kommunu.

Um ársins venjara verður sagt, at hann leitar sær kunnleika frá øðrum altjóða venjarum, sum hann hengisliga letur víðari til sínar íðkarar. Við at menna seg og sína vitan innan fimleik, saman við áralongu royndunum sum venjari, lyftir hann samstundis støði hjá íðkara sínum.

Hann tekur sær væl av íðkarunum, á báðum síðum og er altíð jaligur og uppmuntrandi.

Hann veitur altíð hollan stuðil har hann er.

Hjartaliga tillukku Rúni Lamhauge, Fimleikafelagið Støkk!

Ársins venjaratoymi

Ársins estetiska venjaratoymi 2025 er:

Paula Kunoy, Eyðna Gaard, Lív Eiðisgarð, Silvurlín Berg og Joan Kristina Finnsson– venjarar hjá Smágentum Lilja. Fimleikafelagið Støkk

Arnfinn Langaard, nevndarlimir Runavíkar kommunu handaði steypið, sum er latið av Runavíkar kommunu.

Um ársins estetiska venjari/venjaratoymi verður sagt:

Við at venja og stuðla hvørjum einstaka íðkara á liðnum, hevur hvør íðkari ment seg til fulnar. Við hesum hava venjaranir lyft støðið hjá liðnum í ár.

Venjaranir hava lagt lív og sál í venjarauppgávuna, og hava tær so sannuliga rukkið á mál í ár við teirra serstaka dugnasemi.

Hjartaliga tillukku Paula Kunoy, Eyðna Gaard, Lív Eiðisgarð, Silvurlín Berg og Joan Kristina Finnsson– venjarar hjá Smágentum Lilja. Fimleikafelagið Støkk!

Ársins amboðvenjari hjá Kvinnum

Ársins amboðsvenjari hjá kvinnum 2025 er: Durita K. Poulsen, úr Fimleikafelaginum Støkk.

Dávur Juul, borgarstjórið í Fuglafjaðrar kommunu handaði steypið, sum er latið av Fuglafjarðar kommunu.

Um ársins amboðsvenjara hjá kvinnum verður sagt: Við at síggja tørvin hjá einstaka fimleikara, brúkar hon sínar drúgvu royndir at lyfta fimleikaranar á hægri støði.

Sum venjari er hon ágrýtin, jalig, stuðlandi og uppsøkjandi. Hon leitar sær alla tíðuna nýggja vitan innan venjarayrki. Hon hevur fingurin á pulsinum á øllum tí nýggjasta innan amboðsfimleikin.

Hjartaliga tillukku Durita K. Poulsen, Fimleikafelagið Støkk!

Ársins amboðíðkari hjá monnum

Ársins amboðsíðkari hjá monnum 2025 er: Torleivur Christiansen, úr Havnar Fimleikafelag

Svanna Højgaard, forkvinna hjá Fimleikafelaginum Ljósið handaði steypið, sum er latið av Christian í Grótinum.

Um ársins amboðsíðkara hjá monnum verður sagt: Við at venja miðvíst og hart, hevur hann til fulnar víst hvussu langt ein kann koma við at gagnnýta sítt natúrgivna talent innan fimleik.

Tá hann roynir nýggjar fimleika avbjóðingar, megnar hann tað altíð eftir heilt fáum royndum. Tað fellur honum lætt, men harða arbeiði leggur altíð lunnar undir øllum úrslitunum.

Hjartaliga tillukku Torleivur Christiansen, Havnar Fimleikafelag!

Ársins føroyski korreografur

Ársins føroyski koreografur 2025 er: Rúna Kyster Gærdbo.

Rúna hevur gjørt seriurnar hjá kvinnum Mira, pinkum Liva og gentur Eira, úr Havnar Fimleikafelag.

Annika Heradóttir, næstforkvinna hjá Havnar Fimleikafelag handaði steypið, iðer latið av Magn.

Um ársins føroyska koreograf verður sagt:

At skapa seriur krevur hugflog, og við sínum nærlægni og vælfrágingað arbeiði megnar ársins venjari at skapa seriur á høgum støði. Hon megnar at samanseta rørslur, tónleik og tema til eina heild, ið fangar bæði áskoðarar og dómarar. Hetta sæst aftur í kappingarárinum í ár, har liðini við hennara serium hava vunnið fleiri heiðursmerkir.

Hjartaliga tillukku Rúna Kyster Gærdbo, Havnar Fimleikafelag!

Ársins amboðíðkari hjá kvinnum

Ársins amboðsíðkari hjá kvinnum 2025 er: Mia Højgaard, úr Havnar Fimleikafelag.

Nikolina Kristiansen, nevndarlimur í Flog handaði steypið, latið av Vera Klipt.

Um ársins amboðsíðkara hjá kvinnum verður sagt: Sum ein av teimum dugnaligastu amboðsfimleikarunum í Norðanlondum, leggur hon støði fyri føroyskan amboðsfimleikin. Hetta sæst aftur í hennara úrslitum fyri kappingarnar í ár.

Hjartaliga tillukku Mia Højgaard, Havnar Fimleikafelag!

Ársins estetiska lið

Ársins estetiska lið 2025 er: Smágentur Lilja, úr Fimleikafelaginum Støkk.

Joan Finnsdóttir Joensen, forkvinna í Klaksvíkar Fimleikafelag handaði steypið latið av Latara.

Um ársins estetiska lið verður sagt: at liðið hevur ment seg sera nógv tekniskt, fysiskt og mentalt gjøgnum árið. Við miðvísari venjing og við sera góðum samanhaldi hava tær skapt bestu úrslit alt kappingarárið.

Hjartaliga tillukku smágentur Lilja, Fimleikafelagið Støkk!

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.