Uncategorized

Amboðsmenninir vunnu stórt

14. jul. 2025 | Uncategorized

Menninir kappaðust á oyggjaleikunum í morgun í liðkapping og set serium, sum eru bundnar seriur í hvørjum amboði.

Teir vunnu liðkappingina við 0,025 stigum meir enn teir næstbestu, Isle of Man. So liðkappingin var sera jøvn og spennandi!

Í setseriunum vunnu teir soleiðis:

Vit í Føroya Fimleikasambandi eru sera errin av hesum flottu úrslitum hjá monnunum, og gleða okkum at síggja teir kappast aftur hósdagin í FIG kappingini.

Nú seinnapartin fara kvinnurnar eisini at kappast í liðkapping og teimum bundnu set seriunum, og vit eru sera spent at fylgja við teimum.