Amboðsfimleikur

Fimleikurin vunnið Føroyum 13 heiðursmerki í amboð kapping í dag!

18. jul. 2025 | Amboðsfimleikur

Seinasta fimleikakappingin á Oyggjaleikunum í Orkney er nú liðug, og fimleikurin hevur aftur vunnið fleiri heiðursmerki í hús.

Í dag var tað finalu kapping, har kappast varð í hvørjum amboði sær. Eins og áður vóru kappingarnar sera tættar og spennandi, og okkara fimleikarar megnaðu at fáa heili 13 heiðursmerki í hús, 9 til menninar og 4 til kvinnurnar.

Rókur Sumberg Vestergaard vann gull í beinsveiggj.

Torleivur vann gull í lopi, silvur í gólvi, og deilt silvur í ringum.

Bjarki Johannessen vann deilt silvur í ringum, silvur í lopi og bronsu í rekk.

Bjarti Skylv Hansen vann bronsu í parallel barr.

Mia vann gull í forskotnari barr, deilt gull í lopi og silvur á gólvi.

Marin vann gull á gólvi.

Bjarki í Jákupsstovu vann bronsu í beinsveiggj.

føroya fimleikasamband ynskir teimum hjartaliga tillukku við fantastisku úrslitunum!