Tíðindi

Nýggja starvsnevndin hjá FFS

4. sept. 2025 | Tíðindi

Í juni var árligi aðalfundurin hjá Fimleikasambandinum, har tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali. Tey vóru Elin Michelsen, nevndarlimur og estetiskur samskipari, Malan Mikkelsen, nevndarlimur og samskipari fyri fimleikagalla og -fagnaðin og Tinna Johansen, nevndarlimur og samskipari fyri breiddina (Tinna kom inn sum tiltakslimur í fjør, tá Rúna Olsen traðkaði frá sum nevndarlimur og samskipari fyri breiddina). Umframt hetta skal tiltakslimur veljast á hvørjum ári.

Elin, Malan og Tinna stillaðu ikki upp aftur, og FFS vil nýta høvið at takka teimum fyri teirra íkast og fyri gott samstarv.

Jákup Svøðstein stillaði upp fyri breiddina, og varð valdur inn. Eingin stillaði upp til hinar nevndarpostarnar, og heldur eingin sum tiltakslimur.

Heimild varð givin nenvdini at fara út at finna nevndarlimir til hesar postar, og eftir hetta hevur Jóna Thomsen valt at traðka til sum nevndarlimur og estetiskur samskipari.

FFS ynskir Jákupi og Jónu hjartaliga tillukku.

Umframt hetta, hevur nevndin skipað seg av nýggjum, og Jákup Svøðstein og Heri S. Lamhauge hava valt at býta um postar.

Nevndin sær sostatt soleiðis út nú:

Við hesum er nevndin enn ikki fullmannað, og manglar enn ein nevndarlim fyri fimleikagalla og -fagnaðin umframt ein tiltakslim, og ikki hevur verið gjørligt at finna fólk til hesar postar enn. FFS heitir sostatt við hesum á limir í feløgunum undir sambandinum, ið eru áhugað, um at venda sær til sambandið.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.