Fimleikafagnaður

Ein vika eftir til Fimleikafagnaðin 2025

31. okt. 2025 | Fimleikafagnaður

Bert ein vika er nú eftir, til dyrnar lata upp til Fimleikafagnaðin 2025, har evnið í ár er Vón.

Hetta verður ein heilt serlig, ljósfylt og rørandi uppliving í Norðurlandahúsinum 8. og 9. november, har heili 400 fimleikarar frá øllum landinum fara at framføra teirra tulking av Vón.

Fimleikafagnaðurin er annaðhvørt ár og savnar øll fimleikafeløgini í Føroyum til eina felags hátíðarløtu, har fimleikurin verður fagnaður. Í ár luttaka: Fimleikafelagið Flog, Fimleikafelagið Ljósið, Fimleikafelagið Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Á pallinum fara íðkarar úr øllum aldursbólkum at lýsa evnið “Vón” við rørslum, ljósi, tónleiki og hugflogi.

Í alt verða tríggjar sýningar:

Eitt fjølbroytt dómaratoymi úr ymiskum listarligum umhvørvum, umframt umboð frá feløgunum, velur vinnaran. Vinnarin verður avdúkaður til seinastu sýningina sunnudagin.

Atgongumerki kunnu keypast her: https://www.nlh.fo/