Uncategorized

Úrslitini frá Liðkappingini í amboð 2025

23. nov. 2025 | Uncategorized

Um vikuskiftið hevur liðkapping í amboð verið í Fimi í Havn. Úrslitini frá kappingini gjørdust hesi:

FIG kvinnur

Hjá FIG kvinnunum var bert eitt lið, ið luttók í kappingini. Tað var Havnar Fimleikafelag við samanlangt 133.150 stigum.

Tóra Thorkildshøj, Barbara Joensen, Marin Danielsen, Ronja Johannesen og Maite Neves Ellendersen

Dreingir

Tvey dreingja lið vórðu meldað til kappingina, og nummar eitt gjørdist HF við 106.100 stigum og nummar tvey gjørdist Støkk við 60.050 stigum.

Hjørtur Gøte, Aron Heinesen, Tollakur Djurhuus, Jóhan Petur Fredriksen og Samson Højgaard

Menn

Til kappingina hjá monnunum vóru eisini tvey lið tilmeldað. Nummar eitt gjørdist HF við 157.450 stigum og nummar tvey gjørdist Støkk 151.250 stigum.

Ednar á Sondum, Ari Poulsen, Ási Arnoldson, Elias Apol, Andras Pauli S. Dam, Vilhelm Seyer, Bjarti Skylv Hansen og Rókur Vestergaard

U14

Til hesa kappingina vóru fimm lið tilmeldað. Nummar eitt gjørdist HF 1 við 96.425 stigum. Nummar tvey gjørdist Støkk við 66.650 stigum. Og nummar trý gjørdist Ljósið við 64.275 stigum.

Marta B. Poulsen, Isabella Hansen, Lív Lamhauge, Inga Maria Højgaard, Aleksandra Fríðudóttir, Sára í Dali, Oddvør Alberta Kimsdóttir, Kristvør Samuelsen, Eyðdis H. Djurhuus, Marjun Danielsen, Reiðunn Tórgarð Waagstein, Sára Bogadóttir Sivertsen og Magna Holm Johannesen

U11

Eisini fimm lið vóru tilmeldað til kappingina í U11. Nummar eitt gjørdist Havnar Fimleikafelag 2 við 79.875 stigum. Nummar tvey gjørdist Havnar Fimleikafelag 1 við 60.950 stigum. Og nummar trý gjørdist Fimleikafelagið Ljósið við 58.100 stigum.

Emily av Reyni, Jóhanna Waagstein Mouritsen, Mia av Reyni, Mia Færø, Vilhelmina Róadóttir, Aura Vágfjall, Óluva Lín við Streym, Sofía Rosenmejer Mikkelsen, Tea Restorf Mouritsen, Ragna Hilmarsdóttir, Vársól við Streym, Olivia Setberg Lindenskov, Elisabeth Neshamar Tomassen, Rán Blak Øster og Femja Waag Olsen

Smádreingir

Trý lið vóru tilmeldað kappingina hjá Smádreingjunum. Nummar eitt gjørdis Havnar Fimleikafelag við 250.450 stigum. Nummar tvey gjørdist Støkk við 228.150 stigum. Og nummar trý gjørdist Fimleikafelagið Flog við 76.400 stigum.

Josva Heinesen, Jósef Johannessen, Høgni Eysturdal, Dávur Skorastein, Teitur Lamhauge, Villiam Elfinsson Apol, William Kimsson Poulsen, Theodor Alstrup Vang, Brandur Nolsøe Sivertsen, Janus Højgaard og Jens Klæmint Holm

Piltar

Til kappingina hjá Piltunum vóru eisini trý lið tilmeldað. Nummar eitt gjørdist Havnar Fimleikafelag 1 við 223.450 stigum. Nummar tvey gjørdist Fimleikafelagið Flog við 201.850 stigum. og nummar trý gjørdist Havnar Fimleikafelag 2 við 195.850 stigum.

Liam Johnson, Betuel Ragnarson Dalrá, Kári Thordarson, Brandur Símunarson, Fríði Petersen, Villiam Muller, Rógvi Hentze Højgaard, Sproti Knudsen, Fríði Arason, Eli Christiansen, Jóssvein Sigurð Sigvalsson, Jóhan Ingi Nolsøe, Milan Jónhardsson og Harry Johannesen

Føroya Fimleikasamband ynskir øllum teimum røsku fimleikarunum hjartaliga tillukku við úrslitunum.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.