Tíðindi

Jólaheilsan frá nevndini hjá Føroya Fimleikasambandi

17. des. 2025 | Tíðindi

Nú nærkast jólini í hvørjum og fyri flest okkara ein deilig jólafrítíð. Føroya Fimleikasamband vil í hesum høpi koma við eini lítlari jólaheilsu.

Fyrst og fremst, vilja vit takka fyri eitt sera spennandi og avbjóðandi ár við eini rúgvu av góðum ferðum, spennandi kappingum og framúrskarðandi úrslitum.

Vit vilja serliga varpa ljós á stóra íkastið og undirtøkuna frá feløgum og sjálvbodnum, serliga til kappingar har so nógv orka verður løgd í. Tað frøðir okkum at síggja at øll gera tykkara ítasta, fyri at geva fimleikararunum eina góða uppliving.

Til landsliðsvenjararnar

Vit vilja sjálvandi eisini takka landsliðsvenjarunum, sum leggja lív og sál í teirra fimleikarar. Tað sæst eisini aftur í úrslitunum, og tað kunnu vit øll vera stolt av.

Til íðkararnar

Og takk til allar íðkararnar, bæði stór og smá, uttan tykkum, ongin fimleikur. Takk fyri tykkara eldhuga og ídni. Tað er ein frægd at síggja tykkum og fylgja tykkara menning.

Til dómararnar

Øllum dómarunum í amboð og estetiskum vilja vit eisini takka. Tit leggja eisini so stóra orku í fimleikin, og takkað verið tykkum, hava vit havt møguleika fyri at hýsa heili 11 kappingum í 2025.

Til feløgini

Og ikki minst vilja vit takka øllum feløgunum. Tit eru fantastisk, og hava ein so týðandi leiklut í føroyska samfelagnum, fyri heilsuna og kensluna av felagskapi hjá so nógvum børnum og vaksnum í Føroyum. Takk fyri tykkara íkast, og at tit hjálpa so væl til, so vit fáa hýst kappingum fyri íðkarunum.

Hóast vit hava havt avbjóðingar í 2025, hava vit eisini havt nógv hæddarpunkt, sum vísa hvat kjarnan í okkara samstarvi snýr seg um – nemliga fimleikagleðina. Her kunnu millum annað Oyggjaleikirnir í Orkney og Fimleikafagnaðurin nevnast. Og fyri framman standa nógvar spennandi avbjóðingar. Millum annað kann nevnast, at Fimleikasambandið arbeiðir við at finna sponsorar, gera eina trivnaðarkanning og komandi oyggjaleikunum 2027, sum verða í Føroyum. Hetta gleða vit okkum almikið til. Og skoytast kann eisini uppí, at nevndirnar hjá feløgunum verða innkallaðar í januar til samstarvsfund.

Nevndin hjá FFS ynskir við hesum tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av harranum signað nýggjár!

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.