
Leygardagin 31. januar var kappingarárið í estetiskum skotið í gongd við 1. steypakapping, har 22 lið kappaðust.
Úrslitini gjørdust hesi:
Pinkur
Hjá pinkur kappaðust 7 lið frá Klaksvíkar Fimleikafelag, Ljósinum, HF og Støkk. Nr 1 gjørdust Alda frá HF við 12,90 stigum, nr 2 gjørdust Auriga frá Ljósinum við 12,35 stigum og nr 3 gjørdust Flykra frá HF við 11,95 stigum.

Smágentur
Hjá smágentum kappaðust 6 lið frá laksvíkar Fimleikafelag, Ljósinum, HF og Støkk. Nr 1 gjørdust Vípan frá Støkk við 15,55 stigum, nr 2 gjørdust Liva frá HF við 15,32 stigum og nr 3 gjørdust Vióla frá Støkk við 15,22 stigum.

Gentur
Hjá gentunum kappaðust 5 lið frá Ljósinum, HF og Støkk. Nr 1 gjørdust Enya frá HF við 18,93 stigum, nr 2 gjørdust Nova frá HF við 17,70 stigum og nr 3 gjørdust Lilja frá Støkk ið 17,00 stigum.

Unglingar
Hjá unglingunum kappaðust tvey lið frá Ljósinum og Støkk. Nr 1 gjørdust Norma frá Ljósinum við 22,60 stigum og nr 2 gjørdust Aiva frá Støkk við 21,70 stigum.

Kvinnur
Hjá kvinnunum kappaðust tvey lið frá Ljósinum og Støkk. Nr 1 gjørdust Lyra frá Ljósinum við 23,65 stigum og nr 2 gjørdust Rósan frá Støkk við 23,10 stigum.

Føroya Fimleikasamband ynskir at takka øllum fyri ein framúr góðan kappingardag, og at ynskja øllum hjartaliga tillukku við góðu úrslitunum. Og vit gleða okkum til 2. steypakapping, sum verður í Badmintonhøllini í Klaksvík 28. februar.
Sí annars fleiri myndir frá degnum á okkara sosialu miðlum.