
Fríggjadagin 6. mars skipaði FFS fyri samstarvsfundi, fyri fimleikafeløgum í Føroyum. Hettar er eitt forum, har Fimleikasambandið fær møguleika kunna og skapa dialog, um ávís evnir sum arbeitt verður við.
Fundurin byrjaði við at formaðurin, Pól Esper, bjóðaði vælkomin, og leiddi hann okkum inn í status á Føroyskum fimleiki.
Síðani varð prátað um arbeiði sum er í gongd, viðvíkjandi dagføringum í reglugerðini á arboðssíðuni. Her var millum annað víst á teir trupulleikar sum verandi reglugerð hevur, og hvussu nýggja skal bøta um hesar.
Næst á skránni var Heidi Davidsen, sum er oyggjaleika samskipari hjá Føroya Fimleikasambandi. Hon vísti á gongdina og hvørji átøk vóru komin uppá pláss, og hvat enn manglar. Hon kunnaði eisini um uppgávurnar, sum FFS saman við limafeløgunum koma at hava til Betri Oyggjaleikirnar 2027.
Síðani høvdu nevndarlimirnir hjá FFS, Jákup Svøðstein og Jóna K. Thomsen, eina framløgu um átøk, sum eru í gongd, fyri at skaffa vitan inna trivnað í føroyskum kappingarfimleiki.
At enda kom Heri, eisini nevndarlimur hjá FFS, inn á arbeiði innan breiddarfimleik, og hvørjar avbjóðingar ið har eru. Hettar var stuðlað undir við eitt sindur av bólka arbeiði, við tí fyri eyga, at finna nakrar felags loysnir á hesum øki.
Orði var eisini frítt, soleiðis at møguleiki var fyri at lufta onkrum tonkum, sum ikki vóru á skrá.
Føroya Fimleikasamband takkar fyri góða og jaliga uppmøting, og eisini fyri góð innput, sum hava givið FFS, nakað at arbeiða við frameftir.