Estetiskur fimleikur

ÍF Føroyar Sjællandsmeistarar í estetiskum fimleiki

10. mar. 2026 | Estetiskur fimleikur

Við 15,95 stigum eydnaðist tað ÍF Føroyum um vikuskifti at vinna sjællandsmeistaraheitið í estetiskum fimleiki.


Tað er ikki bara í fótbólti, at ÍF Føroyar nú ger um seg. Fimleikur er eisini blivið partur av felagnum, og um vikuskifti eydnaðist tað ÍF Føroyum at vinna Sjællandsmeistaraheitið í estetiskum fimleiki.

Kappingin var í Køge, og tá avtornaði fekk ÍF Føroyar 15,95 stig – eitt stig frammanfyri nummar 2.

Í ÍF Føroyum eru øll tey estetisku fimleikafeløgini í Føroyum umboðað, og til kappingina um vikuskiftið var liðið mannað við: Miriam J. Johansen, Sandru Hansen, Sunnvá Weihe Johannesen og Rósu á Lógv úr Støkk, Fíu Smith og Barbu á Brúnni úr Havnar Fimnleikafelag, og Helenu Guttesen úr Ljósinum.

Venjarar vóru Maria Jacobsen úr Ljósinum, Debora Mikkelsen, ið hevur verið virkin bæði í Støkk og í Flog, Tóra Norðá úr Klaksvíkar Fimleikafelag, og Bára Justinussen úr Havnar Fimleikafelag.

Undirtøkan fyri fimleikinum í ÍF Føroyum er góð. 35 fimleikarar eru virknir í felagnum, og tvær ferðir um vikuna møta eini 15-20 kvinnur til venjing í eini fimleikarhøll á Oyrasund studentagarðinum á Amager.

Talan er um íðkarar, ið hava verið virknir í føroyskum fimleiki, men sum í løtuni eru í Keypmannahavn í lestrarøðrindum.

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku, og bestu eydnu víðari.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.