Estetiskur fimleikur

Steypavinnararnir 2026

15. mar. 2026 | Estetiskur fimleikur

Sunnudagin 15. mars var 3. steypakapping í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík, har ársins steypavinnarar vórðu funnir.

Úrslitini frá 3. steypakapping gjørdust hesi:

Kvinnur

Hjá kvinnunum kappaðust tvey lið frá Støkk og Ljósinum.

Nr. 1 gjørdist Lyra hjá Ljósinum við 24,67 stigum og nr. 2 gjørdist Rósan hjá Støkk við 24,12 stigum.

Og við einum samlaðum úrsliti á 72,67, frá øllum trimum steypakappingunum, gjørdist Lyra frá Ljósinum eisini ársins steypavinnari 2026.

Unglingar

Hjá unglingum kappaðust eisini tvey lið frá Ljósinum og Støkk.

Nr. 1 gjørdist Norma hjá Ljósinum við 22,13 stigum og nr. 2 gjørdist Aiva hjá Støkk við 19,60 stigum.

Og við einum samlaðum úrsliti á 67,20, frá øllum trimum steypakappingunum, gjørdist Norma hjá Ljósinum eisini ársins steypavinnari 2026.

Gentur

Hjá gentunum kappaðust fimm lið frá HF, Støkk og Ljósinum.

Nr. 1 gjørdist Enya hjá HF við 19,18 stigum. Nr. 2 gjørdist Lilja hjá Støkk við 18,40 stigum. Og nr. 3 gjørdist Nova hjá HF við 18,37 stigum.

Og við einum samlaðum úrsliti á 57,48, frá øllum trimum steypakappingunum, gjørdist Enya hjá HF eisini ársins steypavinnari 2026.

Smágentur

Hjá smágentunum kappaðust seks lið frá KFF, Ljósinum, Støkk og HF.

Nr. 1 gjørdist Liva hjá HF við 16,95 stigum. Og nr. 2 gjørdust Vípan og Vióla hjá Støkk við 16,00 stigum.

Og við einum samlaðum úrsliti á 49,72, frá øllum trimum steypakappingunum, gjørdist Liva hjá HF eisini ársins steypavinnari 2026.

Pinkur

Hjá pinkunum kappaðust 7 lið frá Ljósinum, KFF, HF og Støkk.

Nr. 1 gjørdist Alda hjá HF við 15,40 stigum. Nr. 2 gjørdist Flykra hjá HF við 13,62 stigum. Og nr. 3 gjørdist Flora hjá Støkk við 13,37 stigum.

Og við einum samlaðum úrsliti á 43,60, frá øllum trimum steypakappingunum, gjørdist Alda hjá HF eisini ársins steypavinnari 2026.

Føroya Fimleikasamband ynskir at takka øllum fyri eina framúr spennandi og góða steypakapping og ynskja øllum hjartaliga tillukku við flottu úrslitunum.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.