Tíðindi

Ársaðalfundur 2026

8. mai. 2026 | Tíðindi

Vísandi til grein 7 í viðtøkunum hjá Føroya Fimleikasambandi, verður við hesum boðað til aðalfundar týskvøldi 17. juni 2026, klokkan 19.00 í Bylgjuni í Runavík.

Hvørt felag kann senda upp í 3 umboð til aðalfundin. Eingin kann á aðalfundinum umboða eitt fimleikafelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað og hava limagjald og onnur limaviðurskifti síni í lagi.

Starvsnevndin og aðrar nevndir, starvsnevndin hevur sett, starvsnevnd ÍSF’s, dómsnevndin og grannskoðarin hava møtirætt.

Skrá sambært viðtøkum:

  1. Val av orðstýrara
  2. Starvsnevndarformaðurin/kvinna leggur fram frágreiðingar frá virki sambandsins í farna ári
  3. Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur
  4. Val av nevndum og eykalimum
  5. Val av grannskoðara
  6. Innkomin mál
  7. Ymiskt

Uppskot til lógarbroytingar skulu vera starvsnevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin. Uppskot kunnu sendast starvsnevndini á fimleikur@fimleikur.fo.

Tríggir nevndarlimir standa fyri vali, umframt tiltakslimurin. Fyri vali standa:

Innkomin uppskot og dagførd dagsskrá verða send út til feløgini og ÍSF 8 dagar áðrenn aðalfundin.