
Um vikuskifti var FM í estetiskum fimleiki í Høllini á Hálsi, har 23 lið kappaðust um at blíva føroyameistarar. Pól Esper Hansen, formaður Føroya Fimleikasambansins, bjóðaði vælkomin við eini røðu til íðkararnar. Hon kann lesast her:
“Vælkomin til finaluna í føroyameistaraskapinum í estetiskum fimleiki 2026. Tað er deiligt at síggja so nógvar áskoðarar og ikki minst so nógvar spentar fimleikarar og venjarar.
Estetiskur fimleikur er nakað serligt. Tað er ein ítrottur, har samanrenningin millum teknikk, styrki og smidligheit, tónleik og huglag í rørslum og útrykki, alt skal ganga upp í eina hægri eind. Kappast verður í bólki, so serligt hegni og álit má vera millum íðkarnir, fyri at framførslan skal ganga smidliga fyri seg.
Hetta krevur ikki bara nógva venjing, men ógvuliga alsidiga venjing. Og tað er hart, at røkka teimum heilt góðu úrslitunum.
Tíbetur ber tað til, saman við øllum teimum dugnaligu venjarnum, samskiparum, hjálparfólki og ikki minst dómarum, sum eru her í dag.
Men fimleikin eiga íðkarnir fyrst og fremst. Tað er teirra dagliga likamliga og sálarliga stríð, teirra íðni, teirra hegni, teirra disiplin, teirra málsetningar og til tíðir pína og grátur, sum ber tey fram á mál. Og í øllum hesum, mugu tit fimleikarar minnast til, at tit eiga eina rødd. Og tit mugu altíð brúka tykkara rødd til at greiða frá, hvussu tit hava tað, hvat tit ynskja, og hvat kundi verið betur.
Tí, tað snýr seg ikki bara um medaljuna, men eisini um vegin fram til medaljuna.
Vit í Føroya fimleikasambandi eru ómetaliga stolt av okkara íðkarum, venjarum, samskiparum, dómarum og hjálparfólki, og vit skulu øll arbeiða saman, fyri at okkara fimleikarar fáa dygdargóða venjing, í einum tryggum fimleikaumhvørvi.
Tit fimleikarar eru orsøkin til, at vit øll eru her í dag. Og tað er tykkum, sum vit eru her fyri at heiðra. Tit eru høvuðspersónarnir, og okkara fagnaður er tykkum væl uppiborðin.
Góða kapping.”

At handa heiðursmerkini vóru Marita Debess Magnussen, aðalskrivari hjá Ítróttasambandinum, Svanna Joensen, forkvinna hjá Ljósinum, sum samskipaði FM kappingina, og Heri S. Lamhauge, næstformaður hjá Fimleikasambaninum. Fimleikasambandið vil nýta høvið at takka teimum fyri hetta og fyri stuðulin til allar okkara røsku og fugnaligu íðkarar.