Tiltak
Landsliðsvenjing
Landsliðsvenjing verður sunnudagin 21. juni kl. 15:30–18:30 í Bylgjuni í Runavík. Atgongd til fimleikahøllina verður bert fyri íðkarum, landsliðsvenjarum og umboðum fyri Føroya Fimleikasamband.
Tað er sera umráðandi, at fimleikararnir eru væl upplagdir og hava øll fimleikaamboð við sær, so sum handskar til ringar, rekk og forskotna barr.
Landsliðsvenjingin 21. juni er somuleiðis ein úttøkuvenjing til norðurlandameistaraskapið í fimleiki, sum verður hildið á Álandi í juli. Tí er tað sera umráðandi, at fimleikararnir kunnu vísa eina fullfíggjaða íðkan í øllum amboðum.
Av tí at talan er um eina úttøkuvenjing, hava landsliðsvenjararnir á mannfólkasíðuni ynskt, at mannfólkahópurin verður skerdur komandi tvær venjingarnar, men luttøkan á kvinnusíðuni verður ikki skerd. Tískil kunna allir kvinnufimleikarar sum luttøku til seinastu venjing luttaka til venjingina 21 juli.
Mannfólkahópurin:
- Bjarki Johannesen, HF
- Bjarti Skylv, HF
- Rókur Sumberg Johannesen, HF
- Vilhelm Seyer, HF
- Bjarki í Jákupstovu, Støkk
- Ari Poulsen, Støkk
- Ási Arnoldson, Støkk
- Ednar Sondum, Støkk
- Torleivur Christiansen, AIG (HF)
Tilsamans verða 4 mannfólkafimleikarar og 4 kvinnufimleikarar úttiknir til landsliðið, sum skal ferðast til Álands.