Tiltak
Dómaraskeið fyri amboðsdómarum á kvinnusíðuni
Danski top dómarin í kat 2, Lucas Alexander Lindberg, kemur at halda skeiðið yvir tveir dagar.
Skeiðið er ætlað bæði nýbyrjarum og meira vandum dómarum, og verður skipað við praktiskum venjingum, kjaki og afturmelding. Eftir skeiðið hava luttakararnir eitt gott grundarlag at døma kappingar á landsstigi.
Skeiðið er ókeypis og verður á Hotel Djurhuus (við miðmála):
Skeiðstilfar (videobrot) verður sent luttakarunum áðrenn skeiðið, soleiðis at allir luttakararnir kunnu møta væl fyrireikað og fáa sum mest burturúr.