Breiddarfimleikur

FFS á skeiðferð runt landið

13. okt. 2026 | Breiddarfimleikur

Í farnu viku var Føroya Fimleikasamband á skeiðsferð runt landið, hjá teimum ymisku fimleikafeløgunum, og hevði skeið fyri umleið 85 glaðum venjarum.

Tað var Martin Holm Hørbye, frá Springnørden, stóð fyri røðini av skeiðum. Endamálið var at halda skeið úti hjá øllum fimleikafeløgunum hvør sær, soleiðis at hvørt felag skuldi fáa mest møguligt burturúr skeiðnum.

Skeiðini varaðu fýra tímar, og høvuðsfokusið var at vísa, hvussu venjarar kunnu brúka øll tey ymisku amboðini, sum longu eru í hallunum. Dentur varð lagdur á trygga amboðsnýtslu, nýhugsandi venjingarmøguleikar og betri gagnnýtslu av amboðs goymslu rúmi og amboðum.

Feløgini, ið tóku lut í skeiðunum, vóru: Klaksvíkar Fimleikafelag – Fimleikafelagið Flog í Fuglafirði – Tvøroyra Fimleikafelag – Vága Fimleikafelag á Giljanesi – Havnar Fimleikafelag – Fimleikafelagið Støkk í Runavík.

Føroya Fimleikasamband takkar feløgunum fyri góða undirtøku og ÍSF fyri stuðul úr breiddarpuljuni. Og vit vóna at kunna endurtaka skeiðini, og at tey verða til gagns fyri feløgini.