Góðkenningardagur og kappingarfyrireiking í amboðsfimleiki verður í Fimi. HF skipar fyri.
Hetta er góðkenningardagur, sum er útsettur frá 22. januar.
Skráin fyri dagin er hendan:
Fyrrapart luttaka gentir frá Støkk og Ljósinum og allir dreingir hjá Støkk, Ljósinum og FLOG. Dreingirnir verða deildir upp í piltar Y og piltar E.
Kl. 09.00-09.50: Upphiting
Kl. 10.00- : Góðkenning og kappingarfyrireiking
Seinnapart luttaka gentir frá Havnar Fimleikafelag og FLOG.
Kl. 12.00-12.50: Upphiting
Kl. 13.00- : Góðkenning
Tað er ókeypis hjá áskoðarum at vera við til góðkenningina/kappingarfyrireikingina. Atlit skal tó takast til koronustøðuna.