Amboðsfimleikur

Allround amboðskapping

18. nov. 2022 | Amboðsfimleikur

Leygardagin, 19. november, verður ein allround amboðskapping í FIMI í Havn. 49 íðkarir eru tilmeldaðir kappingina, 27 á mannfólkasíðuni og 22 á kvinnusíðuni. Íðkararnir eru frá Ljósinum, Havnar Fimleikafelag og Støkk.

Skráin leygardagin:

Kl. 10.00 byrjar kappingin fyri allar bólkar.

Kappast verður í øllum amboðunum. Á kvinnusíðuni verður kappast í lopi, forskotnari barr, bita og á gólvi. Á mannfólkasíðuni verður kappast í ringum, beinsveiggi, lopi, paralellari barr, reck og á gólvi.

Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma áðrenn kappingin byrjar.