
Amboðskappingar
Innan amboðsfimleik eru árliga hesar kappingar innan hesar bólkar; gentur lev. 1 til 7, gentur fig, kvinnuunglingar fig, kvinnur fig, piltar Y, piltar, smádreingir, dreingir, mansunglingar fig og menn fig:
- Góðkenningardagur/fyrireikingardagur
- Góðkenningardagur, er ein dagur har genturnar blíva góðkendar í level 1-2-3. Allar gentur kunnu góðkennast, tað er einki aldursmark. Hjá dreingjunum eitur tað Fyrireikingardagur, har kunnu allir millum 7 og 9 ár fyrireika seg til eina kapping. Undantak kann gevast til aldursmark, tað vil siga, at eldri kunnu eisini royna seg Fyrireikingardegi. Undantøk verða givin av samskiparanum hjá FFS í amboðsfimleiki.
- Hetta er ikki ein kapping, og merkir tað, at tað ikki er líka formelt. Eingin steypahandan er ella inn- og útmarsh.
- Liðkapping (FM fyri lið)
- Føroyameistaraskap fyri lið (FM lið). Bert eitt lið frá hvørjum felag kann melda til í yngru bólkunum, smágentum og smádreingjum. Tó er tað so, at um bert eitt lið meldar til í einum bólki, so kann felagið melda tvey lið til. Fleiri lið kunnu melda til í eldru bólkunum. Tað kunnu í mesta lagi vera fimm íðkarar á hvørjum liði, fýra íðkarar í hvørjum amboði og telja trý tey bestu við í úrslitinum. Kappingin er vanliga um heystið.
- Steypakapping
- Tvær steypakappingar eru, ið vanliga verða hildnar tíðliga á árinum, vanliga í januar ella februar.
- Kappast verður í 2-3 amboðum hvørja ferð. Fyrra dagin verður á kvinnusíðuni kappast í forskotnari barr og lopi og á mannfólkasíðuni verður kappast á gólvi, í beinsveiggi og ringum. Seinna dagin kappast kvinnusíðan á gólvi og bita og mannfólkasíðan í lopi, paralellari barr og rekk. Tað er eingin avmarking á, hvussu nógv kunnu melda til hvørja kapping, og fimleikarin kappast sum einstaklingur.
- Kappingarnar verða til tíðir hildnar yvir eitt vikuskiftið og aðrar tíðir yvir tvey vikuskifti.
- FM all-round og amboðsfinala
- Føroyameistaraskap fyri einstaklingar (FM all-round) og amboðsfinala er vanliga seinasta kapping í fimleikaárinum, vanliga í mai. Hjá teimum yngru bólkunum kunnu í mesta lagi seks íðkarar í hvørjum aldursbólki hjá hvørjum felag melda til. Ongin avmarking er á, hvussu nógv kunnu melda til í eldru aldursbólkunum.
- Kappingin er í tveimum pørtum; FM all-round og FM amboðsfinala
- Í FM all-round kappingini kappast fimleikarin í øllum amboðum og fær ein samlaðan karakter.
- Í FM amboðsfinaluni luttaka seks teir bestu íðkararnir í hvørjum amboði frá FM all-round, og kappast teir í hvørjum amboði sær. Amboðsfinalurnar eru vanliga dagin eftir FM all-round.
- Um ov fá eru tilmeldað, verður karakterurin brúktur, og FM all-round og amboðsfinalurnar koyra samstundis.
- Føroyaleikir
- Føroyaleikir er heitið á nýggjum átaki hjá ÍSF, ið skal vera ein afturvendandi summarkapping í øllum ítróttagreinunum, sum ÍSF fevnir um. Føroyaleikir, ið kunnu lýsast sum teir Føroysku Oyggjaleikirnir, skulu ætlandi haldast annaðhvørt ár – tað árið, táið vanligu, altjóða oyggjaleikirnir ikki eru.
- FFS avgerð til hvørjar Føroyaleikir, hvør fimleikakapping skipað verður fyri.
Fyri at luttaka í kappingum, ið FFS skipar fyri, skal ein vera fyltur 7 ár (hetta kemur í gildi frá juli 2026).
Komandi tiltøk
Kappingarúrslit