Amboðsfimleikur

Aron D. Jacobsen vunnið gull til altjóða kapping

1. mai. 2023 | Amboðsfimleikur

Ein av okkara fremstu fimleikarum, Aron D. Jacobsen, hevur júst verið í Matosinhos í Portugal, har hann hevur luttikið í kappingini Gymsport International. Hendan kappingin er ein altjóða kapping, og á hesum sinni vóru tað 10 ymiskar tjóðir ið luttóku. Kappingin var deild upp í bólkarnar youth, junior og senior.

Aron vann gull í paralell barr og endaði við eisini at vinna all-round kappingina. Tað vil siga, at hann var besti fimleikari samlagt í øllum amboðum í sínum aldursbólki.

Úrvalspeningurin, sum Aron hevur fingið frá ÍSF, hevur gjørt tað møguligt hjá Aron at kappast í tílíkum kappingum.

Vit ynskja Aron hjartaliga til lukku við hesum góða úrsliti.

Úrslitini síggjast her.