Tíðindi

Ársaðalfundur 2026

8. mai. 2026 | Tíðindi

Vísandi til grein 7 í viðtøkunum hjá Føroya Fimleikasambandi, verður við hesum boðað til aðalfundar týskvøldi 16. juni 2026, klokkan 19.00 í ÍSF húsinum á Eystaru Bryggju 30.

Hvørt felag kann senda upp í 3 umboð til aðalfundin. Eingin kann á aðalfundinum umboða eitt fimleikafelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað og hava limagjald og onnur limaviðurskifti síni í lagi.

Starvsnevndin og aðrar nevndir, starvsnevndin hevur sett, starvsnevnd ÍSF’s, dómsnevndin og grannskoðarin hava møtirætt.

Skrá sambært viðtøkum:

  1. Val av orðstýrara
  2. Starvsnevndarformaðurin/kvinna leggur fram frágreiðingar frá virki sambandsins í farna ári
  3. Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur
  4. Val av nevndum og eykalimum
  5. Val av grannskoðara
  6. Innkomin mál
  7. Ymiskt

Uppskot til lógarbroytingar skulu vera starvsnevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin. Uppskot kunnu sendast starvsnevndini á fimleikur@fimleikur.fo.

Tríggir nevndarlimir standa fyri vali, umframt tiltakslimurin. Fyri vali standa:

Innkomin uppskot og dagførd dagsskrá verða send út til feløgini og ÍSF 8 dagar áðrenn aðalfundin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.