Tíðindi

Ársins 2026

15. jun. 2026 | Tíðindi

Leygardagin 13. juni var Fimleikagalla í Dansifrøði í Havn fyri 235 gestum, sum Fimleikafelagið Ljósið samskipaði saman við Fimleikasambandinum.

Á hvørjum ári, tá fimleikagalla er, verða ársins heiðrað. Feløgini senda tilnevningar inn til fimleikasambandið, og síðani atkvøða feløgini, og ársins vera funnin. Í ár vórðu úrslitini hesi:

Ársins amboðsíðkari á kvinnusíðuni: Mia Højgaard

Ferð eftir ferð hevur Mia prógvað, at hon er ein av dugnaligastu amboðsfimleikarunum í Norðanlondum. Hon er við til at seta støðið fyri føroyskan amboðsfimleik frameftir, og úrslitini tala fyri seg.

Ársins drakt: Gentur Nova frá HF

Draktin hjá gentum Nova er ein sera vøkur og gjøgnumførd drakt, sum fangar bæði søguna og huglagið í framførsluni. Við Kópakonuni sum tema samantvinnar draktin havsins litir, myrku dýpdina og tað ævintýrliga í søgnini á ein sera sterkan hátt.

Teir bláu, silvurligu og svørtu litirnir skapa eina dramatiska og eleganta heild, meðan glitrandi detaljurnar geva draktini lív og rørslu á gólvinum. Mynstrið leiðir tankarnar til av, kópsskinn og rørslurnar í framførsluni, og ger draktina bæði eyðsýnda og innihaldsríka.

Draktin stuðlar væl undir tónleik, koreografi og lið, og hon er við til at lyfta framførsluna upp á eitt visuelt hægri støði.

Ársins amboðsíðkari á mannfólkasíðuni: Bjarki Johannesen frá HF

Um ein føroyskur fimleikari kann sigast at hava natúrligt talent innan amboðsfimleik, so er tað Bjarki. Tá hann roynir nakað nýtt, megnar hann ofta at fáa tað at sita eftir heilt fáar royndir.

Men talentið stendur ikki einsamalt. Bjarki stuðlar sínum stóra hegni við hørðum, miðvísum og áhaldandi arbeiði, og tað ger hann til ein serligan fimleikara.

Ársins føroyski koreografur: Lea Sundberg Eliasen frá Ljósinum

Hon hevur í fleiri ár arbeitt við serium, áðrenn hon byrjaði at gera sínar egnu, men seinnu árini hevur hon veruliga ment seg og síni skapandi evni sum korreografur.

Stílurin er kompleksur og sum áskoðari kann ein njóta samansetingar, sum við rørslum, samanspæli, væl valdum tónleiki og kenslum skapa eina eleganta og væl bygda korreografi.

Sum úrslit vísa, so eru hennara korreografiir eisini væl grundaðar bæði í støði á íðkarum og reglugerð og tí hava tær skapt góð úrslit.

Eldhugin fyri góðum fimleiki sæst eisini aftur í huginum at hjálpa har hon kann, og umframt at hava gjørt seriu bæði til gentur og vinnandi ungligarnar í Ljósinum, hevur hon eisini lænt eina hjálpandi hond í fleiri feløgum í ár.

Við kreativiteti, fakligum hegni og einum serligum eyga fyri heildini, er ársins føroyski koreografur: Lea Sundberg Eliasen

Ársins amboðsvenjari/-venjaratoymi á kvinnusíðuni: Camelia Mihaela Mindricel

Tað er trupult at finna ein venjara, sum er meira nærlagdur enn Camelia. Hon hevur flutt eina heilt serliga fimleikamentan til Føroyar og hevur megnað at hugtikið, ment og lyft føroyskar íðkarar upp á altjóða støði.

Camelia krevur nógv, men hon gevur enn meira aftur. Við sínum áræði, síni fakligu dygd og sínum stóra eldhuga hevur hon gjørt føroyskan amboðsfimleik á kvinnusíðuni sjónligan á altjóða pallinum. Hon er ein beinleiðis orsøk til ta framgongd, vit síggja í dag.

Ársins estetiski venjari/-venjaratoymi: Turið og Linda – venjarar á Kvinnum Rósan

Turið og Linda hava enn einaferð víst, hví tær eru millum fremstu venjararnar innan estetiska fimleikin í Føroyum. Við sínum drúgvu royndum, stóra arbeiðssemi og fakligu førleikum hava tær megnað at lyfta liðið til heilt serlig avrik í ár.

Undir teirra leiðslu vunnu Kvinnur Rósan FM-heitið, og harumframt var liðið tað einasta føroyska liðið, sum megnaði at vinna seg í finaluna til World Cup í París í mai. Hetta eru úrslit, sum krevja bæði málrættað arbeiði, høga fakliga dygd og eitt sterkt samstarv millum venjarar og íðkarar.

Turið og Linda eru sera ágrýtnar og krevja nógv av sínum íðkarum, men hava samstundis megnað at skapa eina mentan, har fimleikararnir taka stóra ábyrgd fyri egnari menning og venjing. Saman hava tær ment eitt lið, sum bæði kropsliga og sálarliga hevur flutt síni mørk og víst, hvat føroyskur estetiskur fimleikur megnar á altjóða pallinum.

Ársins amboðsvenjari/-venjaratoymi á mannfólkasíðuni: Bjarki Johannesen, Bjarti Skylv Hansen, Rókur Vestergaard og Djóni Sakarisson

Teir eru fevnandi og savnandi, bæði sum venjarar og sum íðkarar. Teir hava eitt serligt hegni at skapa góðar karmar um yngra ættarliðið, har gleði, felagsskapur og miðvís venjing ganga hond í hond.

Við síni venjing geva teir ungu fimleikarunum eitt sterkt grundarlag, sum kann føra til heiðursmerkir bæði herheima, í Norðurlondum og á enn hægri støði seinni. Teir leggja stóran dent á, at yngru fimleikararnir stuttleika sær til venjing, samstundis sum teir menna seg móti at teljast millum bestu fimleikarar.

Ársins breiddarvenjari/-venjaratoymi: Rannvá Sólheim frá HF

Rannvá Sólheim hevur í mong ár staðið á odda fyri liðnum Kvinnur 25+, sum venur á Løgmannabreyt. Hetta er eitt sera gott og væl umtókt lið, har ofta fleiri enn 25 kvinnur eru tilmeldaðar.

Við góðum venjingum, framúr samanhaldi og einum jaligum og rúmligum venjingarumhvørvi hevur Rannvá skapað eitt lið, har kvinnur trívast, mennast og gleðast um fimleikin. Hóast Havnar Fimleikafelag eisini hevur eitt stórt 45+ lið, og fleiri av íðkarunum hjá Rannvá eru farnar upp um 45 ár, velja tær framvegis at verða hangandi á liðnum hjá henni.

Tað sigur nógv um Rannvá sum venjara. Hon er altíð smílandi, tekur væl ímóti øllum og dugir at skapa venjingar, har rørsla, felagsskapur og góður stemningur ganga hond í hond. Rannvá er eitt gott dømi um, hvussu stóran týdning ein góður breiddarvenjari hevur fyri felagið og fyri tey, sum venja.

Ársins estetiska lið: Kvinnur Rósan hjá Støkk

Kvinnur Rósan hava havt eitt framúrskarandi fimleikaár, har tær við stórum arbeiðssemi, ágrýtni og vilja hava rokkið úrslitum á hægsta støði. Hæddarpunktið var uttan iva, tá tær sum einasta føroyska liðið megnaðu at vinna seg í finaluna til World Cup í París – eitt úrslit, sum krevur bæði dygd, áhaldni og dirvi. Gjøgnum alt árið hava tær víst, at tær eru eitt lið, sum ongantíð gevst. Tá avbjóðingar hava stungið seg upp, hava tær verið klárar at tillaga seg, tikið ímóti broytingum og arbeitt víðari móti sínum málum. Henda miðvísa tilgongdin endaði eisini við FM-heitinum, sum var eitt væl uppiborið úrslit av øllum arbeiðinum, ið er lagt í venjingarhøllini.
Kvinnur Rósan eru eitt fyrimyndarligt lið, sum við sínum ágrýtni, samanhaldi og stríðsvilja hevur flutt síni mørk og víst, hvat føroyskur estetiskur fimleikur megnar.

Ársins stjørnuskot: Isabella Hansen frá Støkk

Isabella hevur veruliga skarað framúr hetta fimleikaárið og er ein sera spennandi íðkari at fylgja.
Tað heilt serliga við Isabellu er, at hon megnar at sameina tvær fimleikagreinar á sera høgum støði. Hon hevur havt stór framstig bæði innan estetiskan fimleik og amboðsfimleik og hevur víst ein stóran vilja at mennast í báðum greinum.

Í estetiskum fimleiki hevur hon saman við gentum Lilja vunnið FM-heitið í ár, meðan hon í
amboðsfimleiki eisini hevur staðið seg framúr væl og millum annað vunnið gull í gólvi til FM. Hennara arbeiðssemi, ágrýtni og evni at menna seg gera hana til eitt stjørnuskot, sum vit vænta okkum nógv av í komandi árunum.

Ársins heiður: Árliga rútmukappingin hjá HF

Rútmukappingin er vorðin eitt afturvendandi savningarstað fyri breiddarfimleikin í Føroyum, har feløg úr øllum landinum møtast við sínum liðum. Kappingin samansjóvar fimleikarar, venjarar, foreldur og feløg og gevur íðkarum møguleika at sýna fram, uppliva kappingarumhvørvið og verða partur av einum størri fimleikasamanhaldi.

Í ár luttóku lið úr seks feløgum: Klaksvíkar Fimleikafelag, Vága Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Flog, Fimleikafelagið Ljósið og Havnar Fimleikafelag. Alt í alt hittust umleið 300 íðkarar úr øllum Føroyum til eitt vikuskifti við fimleiki, felagsskapi og gleði.

Rútmukappingin er eitt gott dømi um, hvat ítróttur kann, tá dentur verður lagdur á breiddina, samanhaldið og felags upplivingar. Hon gevur nógvum børnum og ungum eina góða og mennandi kappingaruppliving og hevur stóran týdning fyri fimleikin kring alt landið.

Steypini hevur Eydna Johansen Norðskára gjørt.

Stuðlað fimleikagalla hava Tórshavnar Kommuna, Klaksvíkar Kommuna, Runavíkar Kommuna, Nes Kommuna, fimleikafeløgini og Fimleikasambandið

Føroya Fimleikasamband ynskir at takka øllum, hjálparfólkum, gestum, og ikki minst samskipandi Fimleikafelagnum Ljósinum, fyri at tit vóru við at gera fimleikagalla veitsluna so góða aftur í ár.