Amboðsfimleikur

Áskoðaragjald til góðkenningardagar

18. okt. 2023 | Amboðsfimleikur

Fyrsti góðkenningardagurin hjá okkum í ár verður komandi sunnudag, tann 22. oktober 2023, og tað gleða vit okkum sera nógv til.

52 gentur eru tilmeldaðar góðkenningardagin, og tær luttaka í stigi 1, 2 og 3.

Sum nakað nýtt hevur nevndin samtykt at seta eitt áskoðaragjald á 50 kr fyri vaksin. Tó sleppa børn til og við 14 ár inn ókeypis. Hetta er nýtt, at áskoðaragjald verður kravt inn, og er tað ein liður í at betra um fíggjarstøðuna hjá sambandinum. Áskoðaragjaldið verður kravt inn við dyrnar.

Eisini verður smásøla á degnum, har møguleiki er at keypa sær te, kaffi og okkurt afturvið. Inntøkan frá smásøluni fer hesuferð til Ljósið, sum samskipar kappingina.

Skráin til góðkenningardagin

Felags upphiting er frá kl.13.00 til kl.14.00

 LopBarrBitiGólv
14.00 – 14.05Masjera inn til amboð
14.05 – 14.45HF stig 1Ljósið, Støkk og FlogHF stig 2 og 3 
14.45 – 15.25 HF stig 1Ljósið, Støkk og FlogHF stig 2 og 3
15.25 – 16.05HF stig 2 og 3 HF stig 1Ljósið, Støkk og Flog
16.05 – 16.45Ljósið, Støkk og FlogHF stig 2 og 3 HF stig 1

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.