Amboðsfimleikur

Dómaraskeið á amboðssíðuni

1. nov. 2022 | Amboðsfimleikur

So hava tvey tey fyrstu dómaraskeiðini í amboðsfimleiki verið í Bylgjuni og Runavíkar Kommunuskúla. Skeið hava verið á mannfólkasíðuni, MAG, og kvinnusíðuni, WAG. Luttakararnir vóru nøgdir og eru spentir at sleppa at royndardøma til tær komandi kappingarnar, sum er ein liður í útbugvingini.

Tey næstu skeiðini vera í FIMI. Á kvinnusíðuni er skeiðið nú fríggjakvøldið, 4. november, klokkan 17.00. Á mannfólkasíðuni verður tað 12. november, klokkan 14. Enn eru pláss eftir til hesi skeið, so ynskir tú at gerast dómari, ella vilt tú sum verandi dómari uppfríska vitanina, so ert tú vælkomin at melda til við at senda ein teldupost til fimleikur@fimleikur.fo.

Undirvísarar eru Anna Margit Dalsgaard Thomsen, altjóða dómari FIG og Pól Esper H. Hansen, altjóða dómari FIG.