Amboðsfimleikur

Dómaraskeið á kvinnusíðuni í amboðsfimleiki

22. okt. 2023 | Amboðsfimleikur

Hóskvøldi og fríggjakvøldi hevði Føroya Fimleikasamband tvey dómaraskeið á kvinnusíðuni í amboðsfimleiki. Skeiðini vóru hildin í Runavík og í Tórshavn.

Tað vóru tilsamans umleið 15 fólk, sum luttóku á skeiðunum, ávikavist frá Ljósinum, HF, Støkk, og Flog.

Hesi skeið vóru bæði grundskeið til døming av teimum yngru fimleikaranum, sum eru á level 1 til 7, og sum skulu til góðkenningardag í dag kl 14:00. Tey ið luttóku á dómaraskeiðnum sleppa at royna seg, saman við royndum dómarum.

Føroya Fimleikasamband gleðist um luttøkuna á dómaraskeiðnum, og sær fram til ein øktan dómaraskarða í framtíðini.