
Ársaðalfundurin hjá Føroya Fimleikasambandi verður í Bylgjuni í Runavík tann 17. juni kl 19.00.
Hvørt felag kann senda upp í 3 umboð til aðalfundin. Eingin kann á aðalfundinum umboða eitt fimleikafelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað og hava limagjald og onnur limaviðurskifti síni í lagi.
Starvsnevndin og aðrar nevndir, starvsnevndin hevur sett, starvsnevnd ÍSF’s, dómsnevndin og grannskoðarin hava møtirætt.
Skrá sambært viðtøkum:
Uppskot til lógarbroytingar skulu vera starvsnevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin. Uppskot kunnu sendast starvsnevndini á fimleikur@fimleikur.fo.
Tríggir nevndarlimir standa fyri vali, umframt tiltakslimurin. Fyri vali standa:
Innkomin uppskot og dagførd dagsskrá verða send út til feløgini og ÍSF 8 dagar áðrenn aðalfundin.