Loading Events
Tiltak

Skeið í estetiskum fimleiki

Byrjar

17. sept. 2022 kl. 10:00

Endar

18. sept. 2022 kl. 19:00

Stað

Hotel Hafnia, Tórshavn

Skeið í estetiskum fimleiki fyri venjarar og dómarar, har dentur verður lagdur á altjóða IFAGG reglugerðirnar hjá bæði børnum og vaksnum.

Undirvísarar eru Meri Jaakkola og Mari Laineenoija úr Finnlandi, ið eru royndir level 1 dómarar og undirvísarar.

Undirvíst verður í reglugerðunum hjá børnum og í nýggju reglugerðini hjá unglingum og kvinnum, sum væntandi kemur í gildi 1. januar 2023. Nýggja reglugerðin verður munandi broytt í mun til tað, sum vit kenna í dag, tí m.a. fara at verða givin 10 stig í hvørjum bólki sær (t.e. tekniskt, listarligt og framførsla), torleikastigini verða broytt og fara samansetingarnar millum rørslubólkarnar at fevna um fleiri møguleikar v.m.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til fimleikur@fimleikur.fo í seinasta lagi fríggjadagin 26. august 2022. Tilmeldingin er bindandi. Feløgini hava fingið tilfar og neyva skrá.