Tiltak
Skeið í korreografi
Skeiðið er bæði til venjarar, sum hava fingið eina seriu, og til venjarar, sum gera seriur.
Vónin hjá okkum er, at venjarar fáa meira dirvi til at gera egnar seriur, men eisini at tey skilja, hvussu seriur hanga saman, soleiðis at broytingar, ið gjørdar vera, vera skilagóðar.
Arbeitt verður rættiliga nógv við nýggja listarliga leistinum, sum er farin at fylla meira við nýggju reglugerðini (sum eisini verður galdandi til børn í næstum).
Hetta skeið er bæði teoretiskt og praktiskt, so vit koma at brúka fitt av tíð í høll og á gólvi.
Tað er Tarja Rasimus-Jarvinen sum kemur hendan vegin saman við dóttrini, sum eisini er korreograf og fyrrvreandi fimleikari, og eg ivist onga løtu í, at luttakararnir fáa nógv burturúr.
Skeiðið er leygardagin 19. okt kl 10-15.30 og sunnudagin 20 okt frá kl 13-16.30.
Pláss er tíverri ikki fyri hjálparvenjarum, og í mesta lagi tveir venjarar pr lið kunnu tekna seg. sendið mær tilmeldingar áðrenn 1. oktober, so vit vita, hvørji høli vit skulu bóka okkum.