Tíðindi

Eykaaðalfundur

1. jul. 2022 | Tíðindi

Vísandi til grein 7 í viðtøkunum hevur nevndin á fundi 28. juni avgjørt at kalla inn til eykaaðalfund í Føroya Fimleikasambandi. Eykaaðalfundurin verður mikudagin 31. august 2022, klokkan 19 í ÍSF-húsinum á Frælsinum 30 í Havn. Evnið á eykaaðalfundinum verður val av formanni ella forkvinnu.

Nærri kunning um eykaaðalfundin verður send feløgunum.